Tunnilsgrót til at breiðka veg kostar eina millión

Tunnilsgrót til at breiðka veg kostar eina millión
Helvtin av grótinum úr Gøtudalstunlinum kann brúkast sum ífylla í veg
Gøtudalstunnilin verður millum rundkoyringina í Gøtudali og Skálafjørð.
 
12.12.2017 - 07:40

Við verandi prísi fer grótið úr Gøtudalstunlinum at kosta 33,6 mió. kr. at keypa. 

Prísurin er 103 kr. fyri rúmmeturin, tá grótið verður brúkt sum fylla í vegir.

Uppskot er í løgtinginum um at breiðka vegin frá Millum Fjarða til Funningsfjarðar og gjøgnum bygdina Funningsfjørð.

Fíggjarnevndin spurdi Landsverk, hvussu nógv grótið úr einum tunli millum Skálafjørð og Gøtudal kostar, um tað skal brúkast til vegargerð.  

Helvtin kann brúkast

Ætlandi kann okkurt um helvtin av grótinum úr Gøtudalstunlinum brúkast til vegarfyllu. Tað kostar tí 15 mió. kr.  

Verkætlan er ikki gjørd um vegin til Funningsfjarðar, sum sambært uppskotinum hjá Bill Justinussen skal breiðkast.

Landsverk hevur tí gjørt eina meting, sum sigur, at grótið til tann vegin fer at kosta eina millión krónur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454