Umrøða friðingina í januar

Umrøða friðingina í januar
Yvirfriðingarnevndin fer í januar aftur at umrøða friðingina av økinum á Víkum í Vágum
 
17.12.2017 - 18:00

Í januar fer Yvirfriðingarnevndin aftur at umrøða friðingina av økinum á Víkum í Vágum, har alifelagið, Luna hevur fingið loyvi at leggja aliringar.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU, hevur heitt á yvirfriðingarnevndina um at friða økið, og hevur handað yvirfriðingarnevndini eitt skriv við fleiri enn 1400 undirskriftum. 

Seinni hevur FNU sent yvirfriðingarnevndini kort yvir økið, sum biðið verður um at friða, upplýsir skrivarin í yvirfriðingarnevndini, Peter Flúgge, dómari.

Spurningurin um økið skal friðast, skal leggjast fyri eigararnar, tey sum skulu nýta økið og onnur sum hava rætt til økið. Tí er talan um drúgvt arbeiði, sigur skrivarin.

Hvønn dag Yvirfriðingarnevndin fer at umrøða friðingina á Víkum, er ikki ásett, men tað verður eftir ætlan í januar, sigur Peter Flúgge.

Seinast í november gav Umhvørvisstovan partafelagnum Luna eina dagførda umhvørvisgóðkenning fyri alivirksemið á Sørvágsfirði og á Víkum.

Í góðkenningini hjá partafelagnum Luna, er serligur dentur lagdur á, at alingin og tey evni, sum nýtt verða í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið.
Aling á sjónum hevur ávísa dálking við sær, sum kann ávirka umhvørvið. Dálkingin stavar m.a. frá fóðri og skarni. Fóður, sum ikki verður etið, søkkur saman við skarni niður á botn, har tað kann hópast upp. Harafturat kemur ein ávís dálking frá heilivági og frá evnum, sum verða nýtt at verja aliútgerðina.

Tí er umráðandi, at øki til aling verða vald soleiðis, at dálking ikki hópar seg upp.

Aliøkið á Víkum er nýtt aliøki. Kanningar, sum eru gjørdar av aldu- og streymviðurskiftunum vísa, at sjógvútskiftið er gott. Tí metir Umhvørvisstovan, at økið kann brúkast til aling uttan vanda fyri, at dálking hópar seg upp á botni.
Treytir eru m.a. settar um, at P/F Luna ger regluligar kanningar av botninum bæði inni á aliøkinum og uttanfyri, og at alifelagið skal taka atlit at úrslitunum frá botnkanningunum í síni framtíðar aliætlan. 
Um tað vísir seg, at dálkingin verður ov stór, kann Umhvørvisstovan krevja at, ætlaða nøgdin at seta út verður minkað, ella seta forboð fyri, at felagið setur fisk út aftur í økið ella partar á økinum, stendur í umhvørvisgóðkenningini frá Umhvørvisstovuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236