Nýtt prestagjald

Nýtt prestagjald
Norðstreymoyar prestagjald verður býtt sundur á nýggjárinum, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni
 
21.12.2017 - 13:40

Norðstreymoyar vestara prestagjald fevnir um Kvívík, Vestmanna og Kollafjørð, og Norðstreymoyar eystara prestagjald fevnir um Hvalvík, Hósvík, Haldórsvík og Tjørnuvík.

Í Norðstreymoyar vestara prestajaldi eru tveir prestar, sum búgva í Kvívík og Vestmanna.

Sóknarpresturin í Kvívík hevur kirkjubøkurnar og hendi, og er myndugleikin í sambandi við at skráseta føðingar og jarðarferðir. 

Sóknarpresturin í Vestmanna virkar hálva tíð í Vága prestagjaldi.

Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi hevur presturin, sum býr í Hvalvík, kirkjubøkurnar um hendi, og hevur myndugleikan at skráseta føðingar og jarðarferðir.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, heitti fyri góðum tveimum árum síðani á landsstýriskvinnuna í mentamálum at skipa so fyri, at Norðstreymoyar prestagjald verður býtt sundur í tvey sjálvstøðug prestagjøld, og í heyst varð umbønin játtað.

Og 1. januar verður prestagjaldið formliga býtt sundur í Norðstreymoyar vestara og Norðstreymoyar eystara prestagjald. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846