Bakkast fyri USA

Bakkast fyri USA
Tilsamans 128 lond atkvøddu fyri eini samtykt, sum áleggur USA at broyta sína samtykt um at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael
 
22.12.2017 - 07:22

Avkvøðugreiðsla var í ST-høvuðssætinum í gjárkvøldið. Níggju lond atkvøddu í móti, og 35 atkvøddu ikki,  - millum annað Ísland og Kanada.

21 lond vóru ikki tilstaðar, tá atkvøðugreiðslan fór fram.

Hon er ein sigur fyri palestinar, sum framundan høvdu vónað, at í minsta lagi 150 lond møttu til atkvøðugreiðsluna.

"Lygnunar hús"

Ísraelski forsætisráðharrin, Bemjamin Netanyahu, hevur sagt, at Jerusalem verður høvuðsstaður Ísraels, - sama, um ST viðurkennur tað ella ikki.

Undan atkvøðugreiðsluni í gjárkvøldið lýsti Netanyahu ST at vera "húsið sum lýgur". Hann legði aftrat, at hugburðurin mótvegis Ísrael er í ferð við at broytast í nógvum londum. 

- Og sum frálíður fer tað eisini at treingja inn í ST - lygnunar hús, segði ísraelski forsætiráðharrin.

Fordøma avgerðina hjá USA

Samtyktin er ikki bindandi, men er kortini dyggur smeitur fyri amerikanska forsetan, Donald Trump. Hann staðfesti fyri stuttum, at USA viðurkennur Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, og at amerikanska sendistovan skal flytast úr Tel Aviv til Jerusalem.

Fleiri lond kring allan heim fordømdu avgerðina. Ísrael hevur hertikið Eystur-Jerusalem og tað er í stríð við altjóða sáttmálar, og palestinar vilja hava partin av býnum, sum sín komandi høvuðsstað.

Í altjóða sáttmálanum stendur eisini, at støðan hjá Jerusalem er ein samráðingarspurningur millum Ísrael og Palestina.

USA hartar

Fyrradagin ávaraði Donald Trump tjóðirnar, sum fóru at atkvøða ímóti amerikonskum áhugamálum í ST. New York Times skrivar, at Trump hótti við, at tey fara at missa fíggjarliga stuðulin frá USA:

- Vit fylgja við hesum atkvøðunum. Lat tey bara atkvøða ímóti okkum, tí so spara vit nógv. Tað leggja vit einki í, segði amerikanski forsetin, sambært New York Times.

Fáa tað afturlønt

Amerikanski ST-sendiharrin, Nikki Haley, segði í røðu síni beint undan atkvøðugreiðsluni, at USA fer at minnast henda dagin, tá álop varð framt móti landinum í ST-aðalráðnum. 

- Hetta fara vit at minnast næstu fer, at heitt verður á okkum um at játta størsta stuðulin til ST, segði Nikki Haley.

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, svaraði ígjár aftur hóttanini frá Trump. 

- Eg tosið til allan heimin. Ikki selja tykkara demokratiska vilja fyri smápengar, segði Erdogan í sjónvarpaðari talu ígjár.

Turkiski forsetin legði aftrat, at hann heldur, at heimurin fer at geva USA ein lærupenga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118