Mynstringarbannið er tikið av

Mynstringarbannið er tikið av
Fiskimannafelagið hevur tikið av mynstringarbannið móti uppsjóvarskipinum Arctic Voyager
 
22.12.2017 - 10:11

Bannið kom í gildi 20.desember, men menninir, sum eru við Arctic Voyager, mynstraðu 19.desember. Bannið hevði tí onga ávirkan.

Bannið er tikið av aftur, tí Fiskimannafelagið og reiðaríið gjørdu semju í gjárkvøldið. Ikki ber til at fáa at vita, hvør semjan er, og hvussu nógv, limirnir í Fiskimannafelagnum fáa at býta millum sín umframt hýruna.

Avtalan segði 5.500 kr. um dagin. Men reiðariið rindaði 2.500 kr., tí tað rindar okkurt annað reiðarí.

Ósemjan var um, hvussu avtalan millum Fiskimannafelagið og reiðaríið, P/f Jókin í Hvalba, skuldi tulkast. Nú eru partarnir vorðnir samdir um tað, og mynstringarbannið er tikið av aftur. 

Arctic Voyager hevur landið 500 tons av svartkjafti til Pelagos í gjárkvøldið. Skipið fer eftir tí, sum eftir er av kvotuni, eftir jól. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454