Nýtt Barnaheim byggjast

Nýtt Barnaheim byggjast
Uppskotið um at byggja nýtt Barnaheim er lagt fyri løgtingið.
 
24.12.2017 - 12:28

Nýggja Barnaheimið skal liggja miðskeiðis í Havnini, og fer at kosta umleið 60. millónir krónur. Sambært uppskotinum verður virksemið á Barnaheiminum víðkað, soleiðis at umframt
núverandi pláss til børn og ung og tvær familjur, so verða eisini pláss til eftirvernd og fleiri pláss til familjuviðgerð.

Tórshavnar kommuna hevur víst á nøkur grundøki, sum eru egnaði at byggja nýtt barnaheim á. Eftir ætlan verður bygt miðskeiðis í Tórshavn. Byggingin fevnir um
sjálvan bygningin, atkomuna, uttanumøki og parkeringsøki. Bygt verður í tveimum hæddum. Samlað er talan um umleið 2000 fermetrar.

Komandi árini verður peningur settur av á fíggjarlógini til byggingina av Barnaheiminum. Í ár eru 200túsund krónur settar av, komandi ár 6 milliónir krónur og 2019 verða 13 milliónir settar av. Eisini fer peningur at vera settur av í 2020,2021 og 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542