Sáttmáli um tilbúgvingarstøð

Sáttmáli um tilbúgvingarstøð
Eysturkommuna hevur undirskrivað sáttmála um byggingina av nýggju tilbúgvingarstøðini
 
24.12.2017 - 09:47

Eysturkommuna hevur skrivað undir sáttmála um at bygging av nýggju tilbúgvingarstøð í Eysturkommunu. 

Tilbúgvingarstøðin verður niðan ímóti høvuðsvegnum á gomlu ferjuleguni í Leirvík og verður 600 fermetrar til støddar. Tað skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu.

Býráðið samtykti á seinasta býráðsfundi at fara í holt við byggingina, og fríggjadagin skrivaði kommunan undir sáttmála við KBH, El-Teknik og Zacharias Leitisstein, ið áttu lægstu tilboðini uppá ávikavist jørð-, kloakk-, betong-, timbur-, málara- og gólváleggingararbeiði.

Samlaði kostnaðurin av nýggju tilbúgvingarstøðini er góðar 11,5 milliónir krónur. Byrjað verður eftir ársskiftið, og eftir ætlan verður arbeiðið liðugt síðst í 2018.

Nýggja tilbúgvingarstøðin gevur sløkkiliðinum munandi betri umstøður at arbeiða undir, og samlar alla tilbúgvingarútgerð á einum stað. 

Samstundis kann nýggi bygningurin brúkast sum miðstøð, tá tilbúgvingin verður sett í gongd og sløkkiliðið verður kallað út, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334