- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri frídagar í 2018

Tann fyrsti januar fellur á ein mánadag, og jóladagarnir í hesum nýggja árinum koma beint eftir eitt vikuskifti.
Og soleiðis liggja flestu høgtíðirnar og heilidagarnir í 2018.
Eitt yvirlit, sum heimasíðan hjá Danmarks Radio hevur gjørt, vísir, at vanligu frídagarnir í 2018 liggja væl fyri. Skilt á tann hátt, at teir ymisku, føstu frídagarnir liggja soleiðis fyri, at løntakarar fáa frí frá arbeiði.
Og árið byrjar væl, tí 1. januar, sum er frídagur hjá teimum flestu, fellur á ein mánadag.
Restin av árinum sær soleiðis út:
1. mai: Arbeiðaradagur - týsdagur
5. juni: Grundlógardagur - týsdagur
21. mai: Hvítusunnudagur - mánadagur
24. desember: Jólaaftan - mánadagur
25. desember: 1. jóladagur - týsdagur
26. desember: 2. jóladagur - mikudagur
Ólavsøkuaftan og ólavsøkudagur fella í ár á ein leygardag og sunnudag.
Páskirnar eru sum altíð frá hósdegi til mánadag. Dýri Biðidagur er sum vanligt ein fríggjadag, og síðani er Kristi Himmalsferðardagur ein hósdag, sum hann altíð er.
























