Vørn søkir eftir eygleiðarum til fiskiskipini

Vørn søkir eftir eygleiðarum til fiskiskipini
Nýggja lógin krevur fólk um borð á skipini at ansa eftir fiskiskapinum
Vørn søkir eftir fólki at eygleiða fiskiskapin hjá føroyskum og útlendskum skipum.
 
11.01.2018 - 09:06

Nakrar umsóknir um at gerast eygleiðari eru longu komnar, sigur Meinhard Gaardlykke á Vørn.

Nýggja fiskivinnulógin og kunngerðirnar, sum eru komnar sambært henni, krevja, at eygleiðarar eru við fiskiskipunum.

Vørn søkir nú eftir slíkum eygleiðarum.

Ikki er enn greitt, hvussu nógvir eygleiðarar skulu setast, men teir verða færri enn tíggju.

Eygleiðarar skulu ikki vera við hvønn túr hjá øllum skipum, verri enn so.

Føroysk skip og útlendsk 

Arbeiðsøkið er fyrst og fremst um borð á føroyskum fiskiskipum, sum fiska við Føroyar og aðrastaðni.

Eygleiðarar skulu eisini við útlendskum fiskiskipum, sum fiska við Føroyar. 

Eygleiðarin skal tryggja, at fiskiskapurin er í samsvari við galdandi kunngerðir og lógir. 

Eygleiðarin skal dagliga taka stakroyndir av veiðu og hjáveiðu. 

Stakroyndirnar skulu millum annað nýtast til stovnsmetingar.

Skipið rindar

Starvið sum eygleiðari er tíðaravmarkað til ein túr í senn, men møguleiki er fyri øðrum eygleiðingum fyri Vørn.

Umframt at vera við skipum, kann eygleiðarin verða biðin um at vera við í eftirlitsarbeiði í landi. 

Skipið rindar løn, kost og uppihald hjá eygleiðarum. 

Lønin er slakar 31.000 kr. um mánaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849