Studni skal hava leiðara 1.mars

Studni skal hava leiðara 1.mars
Studni verður við í Undirvísingarstýrinum í Mentamálaráðnum
Studni umsitur studning og lán til fólk í útbúgving.
 
18.01.2018 - 07:20

Mentamálaráðið søkir eftir leiðara til Studna.

Studni verður við í undirvísingarstýrinum, ætlanin er at skipa í Mentamálaráðnum.

Terji á Lakjuni, sum var stjóri í Studna í nógv ár, gavst í fjør summar.

Tá gjørdi Mentamálaráðið av, at leiðslan hjá Studna fyribils varð løgd til Stýrisdeildina í Mentamálaráðnum.

Og stýrisdeildin setti Mortan Zachariassen, fulltrúa í Stýrisdeildini, sum fyribilsstjóra, meðan arbeitt verður við ætlaðu bygnaðarbroytingunum.

Fýra í stýrinum

Studni, Yrkisdepilin, Musikkskúlin og Próvstovan vera í Undirvísingarstýrinum.

Í næstum verður søkt eftir stjóra til Undirvísingarstýrið.

Studni letur studning og lán til 8.000 fólk í útbúgving og umsitur 145 mió. kr. um árið.

Freistin at søkja leiðarastarvið í Studna er til 5.februar. Starvið verður sett 1.mars. 

Seks fólk arbeiða í Studna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391