Boð vóru eftir sløkkiliðnum í Skopun í nátt

Boð vóru eftir sløkkiliðnum í Skopun í nátt
Løgreglan fekk kl. 4.30 í nátt fráboðan um, at eldur var í einum sethúsum í Skopun
 
31.01.2018 - 07:43

Ein kona og fýra børn vóru í húsinum, men tey sluppu út.

Eldurin er helst kyknaður í einum mikroovni. Húsfólkini hoyrdu eina spreinging í køkinum. Eldur var í mikroovninum, sum stóð uppi á einum køliskápi.

Vaktleiðarin á politistøðini, Rani Wardum, sigur, at løgreglan fer í dag at kanna orsøkina til eldin - møguliga er talan um skammlop. 

Eldurin hevur bara gjørt skaða har mikroovnurin og køliskápið stóðu, men roykskaði er um alt húsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542