- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tryggja seg so tey sleppa uttan um bíðirøðina

Minst 1000 føroyingar hava viðgerðartrygging.
Betri pensjón hevur teknað 850 viðgerðartryggingar.
Og Trygd upplýsir, at tey hava skrásett viðgerðartrygging hjá 26 privatum viðskiftafólkum.
Men í hvørjari trygging kunnu vera fleiri fólk, makin og børnini hjá tí, sum teknar tryggingina. So tryggjaðu fólkini eru fleiri enn 26.
Trygd vísir á, at fyritøkur, fakfeløg og onnur kunnu bólkatryggja teirra starvsfólk og limir.
Fyritøkur tryggja síni fólk
Trygd hevur skrásett viðgerðartrygging hjá tíggju vinnukundum, sum hava 98 tryggjað fólk.
Nógvir føroyingar tekna sær viðgerðartrygging fyri at sleppa uttan um bíðirøðina á sjúkrahúsunum.
Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum viðger í løtuni uppskotið hjá Kaj Leo Holm Johannesen um viðgerðartrygd til allar føroyingar í føroyska sjúkrahúsverkinum.
Í tí sambandi hevur nevndin spurt Lív, Betri trygging og Trygd, hvussu nógv viðskiftafólk hjá teimum hava teknað privata sjúkratrygging ella viðgerðartrygging.
Svarið hjá Lív er ikki komið á heimasíðuna hjá løgtinginum.