Skuldsetingar ørkymla løgmann

Skuldsetingar ørkymla løgmann
Skuldsetingarnar móti Bjarna Hammer, løgtingsmanni, elva til ørkymlan í Javnaðarflokkinum.
Mynd av søguni á tíðindaportalinum in.fo við tilhoyrandi reklamu fyri mánadagssosialin
Mynd: in.fo  
 
26.02.2018 - 17:59

Skuldsetingarnar móti Bjarna Hammer, løgtingsmanni, elva til ørkymlan í Javnaðarflokkinum.

- Eg eri sera ørkymlaður av málinum. Javnaðarflokkurin tekur málið í størsta álvara, og flokkurin fer at viðgera málið saman við Bjarna Hammer.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, nú Sosialurin hevur løgtingsmannin hjá flokkinum á forsíðuni undir yvirskriftini "vildi skaffa hassj til ungar gentur".

Ongar viðmerkingar fyri enn í morgin

Formaðurin í Javnaðarflokkinum vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið í kvøld, men Aksel V. Johannesen lovar at gera eina samrøðu við útvarpið fyrrapartin í morgin.

Tað hevur ikki eydnast útvarpinum at fáa fatur á Bjarna Hammer sjálvum, og advokatur hansara, Jógvan Páll Lassen, hevur ongar viðmerkingar til málið.

Umframt at vera løgtingsmaður er Bjarni Hammer eisini í starvi hjá politinum í Føroyum, haðani hann er í farloyvi.

Málið latið løgregluni

John Kølbæk, fúti, váttar at hava móttikið eina fráboðan frá Sosialinum um Bjarna Hammer. 

- Men tá vit ikki kunnu viðgera okkum sjálvi senda vit altíð slík mál til statsadvokatin í Keypmannahavn. Tey gera so neyðugu kanningarnar og taka síðani støðu til, hvørji stig skulu takast, sigur John Kølbæk.

Fútin vísir í hesum sambandi á, at løgreglufólk skulu halda seg til ásetingarnar í donsku tænastumannalógini. Grein-10 í tí lógini sigur, at "Tjenestemanden skal samvittighedsfuldt overholde de regler, der gælder for hans stilling, og såvel i som uden for tjenesten vise sig værdig til den agtelse og tillid, som stillingen kræver."

Ásetingin setir serlig krøv til løgreglufólk, bæði í arbeiðstíð og uttanfyri arbeiðstíð.

Enn er statsadvokaturin í Keypmannahavn ikki komin til nakra niðurstøðu í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010