Sleppa ikki av við grundstykkini

bannari
Sleppa ikki av við grundstykkini
Kunoyar kommuna hevur nógv grundøkir til sølu, men fólk sum kundu hugsað sær at bygt hús í Kunoy ella í Haraldsundi, fáa ikki fígging
 
04.03.2018 - 14:31

Tað er trupult at fígging til byggja í Kunoy. Tað sigur Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, borgarstjóri í Kunoy.

- Vit hava nógvar fyrispurningar um grundstykkir og at sleppa at byggja. Men tað vísir seg, at tað er trupult hjá ungum fólki at fáa lán til at seta búgv uttanfyri stórbýirnar.

Borgarastjórin harmast

Í Kunoy eru níggju grundøkir. Tey, sum eru byggibúgvin, kosta millum 143.000 og 167.000 krónur, meðan tey, sum ikki eru byggibúgvin, kosta millum 53.000 og 67.000 krónur.

Í Haraldsundi eru fimm grundøki, tey eru ikki byggibúgvin og kosta millum 60 og 66.000 krónur. Støðan er keðilig, sigur Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, borgarstjóri.

- Tað tykist sum um, at landið ikki hevur áhuga í, at tað veksur uttan fyri stórbýirnar. Verður gongdin ikki vend, so er ikki nógv at gera hjá smáu plássunum í landinum, sigur Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926