Oscarhandanin 2018

Oscarhandanin 2018
Í nátt føroyska tíð vóru Oscarhandanirnar í Hollywood. Hetta var 90. ferð, at Oscar virðislønirnar vórðu handaðar. 
Greta Gerwig er fimta kvinna nakrantíð tilnevnd í bólkinum besti leikstjóri
 
05.03.2018 - 09:57

Filmssjónleikarkvinnan Frances McDormand vann Oscarvirðisløn fyri sín leiklut í filminum, Three Billboards Outside Ebbing, Missouri. 

Filmurin er um eina mammu, hvørs dóttir verður neyðtikin og dripin. Í máttloysi um at myndugleikarnir á staðnum ikki megna at fanga drápsmannin, fer mamman upp í  móti myndugleikunum í lítla býnum Ebbing í statinum, Missouri upp á ein heilt serligan máta.

Sjónleikarin Sam Rockwell vann eisini ein Oscar fyri besta mannliga hjáleiklut í filminum Three Billboards Outside Ebbing, Missouri. Sostatt vann filmurin tveir Oscars í nátt. 

Flest tilnevningar og flest virðislønir

Filmurin The Shape of Water byrjaði kvøldið við flest tilnevningum. Filmurin var tilnevndur í 13 ymiskum bólkum.

The Shape of Water gjørdist eisini stóri vinnarin, serliga tá tað varð greitt, at filmurin vann heiðurin sum besti filmur. Harafturat vann filmurin eisini bestu leikstjórn við Guillermo del Toro, besta upprunaliga tónleik og pallsnið.

Dunkirk vann næstmest

Stóri krígsfilmurin Dunkirk vann næstmestar virðislønir. Filmurin, ið snýr seg um annar veraldarbardaga og teir mongu hermenninar, ið vóru strandaðir í Dunkirk, vann tríggjar Oscars. Filmurin vann nevniliga fyri ritstjórnan, ljóðmiks og ljóðstjórnan. 

Ræðufilmurin Get Out vann ein oscar fyri besta uppruna filmshandrit, ið eisini er ein sera spennandi og virðismettur bólkur.

Gary Oldman vann fyri besta mannliga høvuðsleiklut í filminum, Darkest Hour. 

Lady Bird vann einki

Stuttleikafilmurin Lady Bird var tilnevndur í fimm bólkum, men vann einki.

Leikstjórin, Greta Gerwig, var einasta kvinnuliga tilnevning í leikstjóra-bólkinum, og harafturat er hon fimta kvinna nakrantíð, sum er tilnevnd besti leikstjóri. 

Svenski filmurin The Square var tilnevndur sum besti útlendski filmur. Danski sjónleikarin, Claes Bang, spælir høvuðsleiklutin í filminum, sum snýr seg um eitt nútímans gallerí í Stockholm.

Kilenski filmurin A Fantastic Woman, sum snýr seg um eina transkynda kvinnu, vann virðislønina í hesum bólkinum. 

Oscar virðislønin hevur sína egnu heimasíðu. Til ber at síggja allar vinnararnar við at trýsta her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. mai
RagnarRokk: Mr.Lordi um Limited Deadition
192292
Fríggjadag 23. mai
Morgunlestur fríggjadagur 23.mai 2025
192149
Hósdag 22. mai
RagnarRokk 22.mai 2025
191036
Hósdag 22. mai
«Biðið, og tit skulu fáa»
192240
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138