Stórur meiriluti fyri at veita endurgjald í snyrlamálinum

Stórur meiriluti fyri at veita endurgjald í snyrlamálinum
Sambært lógini, sum fólkatingið hevur samtykt, kunnu grønlendskar kvinnur søkja um at fáa 300.000 kr. í endurgjaldi
Grønlendsku fólkatingslimirnir, Qarsoq Høegh-Dam og Naaja H. Nathanielsen, og Ida Auken, heilsumálaráðharri, í fólkatinginum, sum nú endaliga hevur samtykt endurgjald í snyrlamálinum.
Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  
 
27.08.2026 - 11:27

Ein stórur meiriluti í fólkatinginum hevur við triðju og endaligu viðgerð samtykt lóg um endurgjald frá stjórnini til grønlendskar gentur og kvinnur, sum fingu snyril settan upp, ella aðra fyribyrging uttan samtykki ella nøktandi vitan um inntrivið.

Lógin snýr seg um, at grønlendskar kvinnur kunnu søkja um at fáa 300.000 krónur í endurgjaldi.

Í morgin verða tvær frágreiðingar um snyrlamálið almannakunngjørdar.

 

Fólkadráp

Frágreiðingarnar siga, um danska stjórnin hevur framt fólkadráp í snyrlamálinum.

Eisini siga frágreiðingarnar, um og hvørji brot á mannarættindi eru framd í málinum, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Snyrlamálið snýr seg um grønlendskar gentur og kvinnur, sum fingu snyril ella aðra fyribyrging uttan samtykki ella nøktandi vitan um inntrivið millum 1960 til 1992, tá ið Grønland yvirtók heilsuverkið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776