Jørgen: Privat somu treytir sum Bústaðir

Jørgen: Privat somu treytir sum Bústaðir
Formaðurin í Fólkaflokkinum vil hava løgtingið at tryggja privatum somu treytir fyri bústaðabygging, sum almenna felagið Bústaðir fær
 
07.03.2018 - 08:11

Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið um at heita á landsstýrið um at koma við einum lógaruppskotið, sum skal tryggja privatum byggifeløgum somu kappingartreytir sum almenna Bústaðir hevur.

Í viðmerkingunum sigur tingmaðurin, at tað almenna er ein stór forðing fyri, at fleiri leiguíbúðir verða bygdar, tí kappingin er so ójøvn millum tað almenna og tað privata.

Sum dømi nevnir Jørgen Niclasen, at Bústaðir hevur almennar pengar og hevur við í síni útrokning av leigu, at 70% av byggikostnaðinum skulu forrentast yvir 30 ár. Tað merkir, at 30% av kostnaðinum ikki skulu forrentast í 30 ár, skrivar tingmaðurin í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

Eisini nevnir hann sum dømi, at Tórshavnar kommuna hevur latið Bústaðir fáa grundøkið og gamla bygningin, har Finsen nú stendur, fyri eina krónu, umframt at kommunan hevur bundið seg at rinda einar 16 milliónir fyri m.a. klimaskerm. Til samanberingar hevur privata smápartafelagið Mark bygt lestraríbðir í Marknagili, har grundøkið og planering hava kostað milliónir, og har eingin studningur er frá kommununi.

- Ynskir landsstýrið, at grundøki og møguligir bygningar skulu latast fyri einki, má tað galda fyri øll. Ynskir landsstýrið, at 30% av byggikostnaðinum ikki skulu forrentast, má tað eisini galda fyri privatar byggiætlanir, sigur Jørgen Niclasen, tingmaður í uppskotinum, sum verður lagt fram á løgting í dag..

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815