Uppboðssølan til hoyringar

bannari
Uppboðssølan til hoyringar
Loksins er kunngerðin um uppboðssøluna av svartkjafti, norðhavssild, makreli og botnfiski í Barentshavinum liðug og send til hoyringar
 
07.03.2018 - 11:48

Sølukvotur verða seldar fyri eitt, trý ella átta ár í senn, og Vørn skal hava trygd fyri, at gjaldið fyri rættindini at veiða, verður goldið sambært gjaldsfreistunum.

Trygdin skal vera givin, tá boð verður latið inn at keypa, og trygdin skal verða galdandi, til rokningin er goldin.

Fyri 3 og 8 ára rættindi skal trygd setast á hvørjum ári, og keyparin kann ikki geva boð fyri hægri upphædd enn ta trygd, sum er givin.

Landsstýrismaðurin boðar frá alment á heimasíðuni hjá Vørn, nær selt verður á opnari uppboðssølu av teimum nøgdum,
sum ikki verða bjóðaðar út á afturlatnari uppboðssølu.  Afturlatin uppboðssøla merkir, at bjóðað verður innan ásetta tíð í brævbjálva. Vørn er uppboðssøluhaldari av bæði afturlatnari og opnari uppboðssølu, men kann gera avtalu við privatan at halda opna uppboðssølu.

Opin uppboðssøla merkir, at øll, ið bjóða, síggja allar upphæddir, ið bodnar verða. Og bjóðað verður, til ongin longur bjóðar yvir. Tann, sum bjóðar hægst, fær útbodnu nøgdina til tann prísin, ið svarar til boðið.

Landsstýrismaðurin kann áseta minstaprís, áðrenn sølan fer í gongd. 

Nøgdin, sum skal seljast á uppboðssølu, er 25 prosent av heildarkvotuni av svartkjaftinum og 15 prosent av makrelinum, norðhavnssildini og botnfiskinum í Barentshavinum.

Til ber at lesa kunngerðina, sum m.a. er send Fiskivinnuráðnum til hoyringar, á tinganes.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423