Kjak: Norð- og Eysturoyingar øðrvísi trúarstøðu

Kjak: Norð- og Eysturoyingar øðrvísi trúarstøðu
Norðoyingar og eysturoyingar hava sum heild eina øðrvísi støðu til trúgv og lívsáskoðan enn fólk aðra staðni í landinum.
 
08.03.2018 - 15:02

Tað vísir spurnarkanning, sum varð løgd fram í sendirøðini Gud signi Føroyar. 

Lóður hevur gjørt kanningina fyri Kringvarpið, og Heri á Rógvu, ið hevur ábyrgdina fyri greiningarfyritøkuni, sigur, at tað er ófatiliga stórur munur á lívsáskoðani frá Havn til Klaksvík: 
- Tað mest áhugaverda er tað, at tú fert um brúnna við Streymin, er tað eitt heilt annað land, tá tað snýr seg um virðir. Tað er ófatiliga stórur munur á bara við at flyta teg nakrar fáar kilometrar, sigur hann.

Hesa ferð snýr seg kjakið um átrúnað í Føroyum, og kjakast verður um møguligar orsøkir til, hví norðoyingar og eysturoyingar sum heild eru meira trúgvandi enn aðra staðni í landinum. 

Kjaklimir eru Jákup Reinert Hansen, prestur og lektari í kirkjusøgu, Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, og Rúni Rasmussen, stjórnmálafrøðingur.

Trýst her fyri at síggja kjakið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. juni
E4_4K_TIL_NET_v3 - teknmálstulkað
192735
Mánadag 2. juni
KAKUMiKS (3:7) - teknmálstulkað
192723
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 10 MANNAFØR
192646