10-mannaførini: Undirmettu Havnarbátin

10-mannaførini: Undirmettu Havnarbátin
Nýggi Havnarbáturin gjørdi ikki mætari enn at vinna norðoyastevnuróðurin, og norðanfyri viðganga tey, at tey kanska hava undirmett 10-mannafarið úr Havnar Róðrarfelag
02.06.2025 - 17:01

Spenningurin var øgiligur, tá Havnarbáturin og Klaksvíkingur stríddust um fremsta plássið á norðoyastevnu. 

Tak fyri tak fylgdust tey bæði 10-mannaførini inneftir vágni, meðan Norðoyingur mátti sleppa. Endin var, at drekastevnið fór fyrst um mállinjuna til stóra gleði fyri tey, sum hava longst eftir einum sigri til Havnarbátin síðan 2008.

Hinvegin kom ósigurin illa við hjá Norðingi og kanska serliga hjá Klaksvíkingi, sum var á heimasjógvi, men tey máttu viðganga, at tey kanska høvdu undirmett hvíta bátin úr Havn.

 - Eg haldi ikki, at tú kanst siga nakað annað. Vit vistu, at Havnarbáturin var góður. Hatta eru jú mans, sum vóru føroyameistarar í 8-mannaførunum í fjør, men eg hevði ikki væntað hatta. Teir hava tikið okkum á bóli, segði Brandur Kjølbro á Klaksvíkingi eftir róðurin.

 - Vit trúðu nokk, at mesta kappingin fór at koma frá Klaksvíkingi, viðgekk Maria Waag, róðurskvinna á Norðingi. 

Teir á Havnarbátinum vóru sjálvsagt ovurfegnir um sigurin og framúr góðu byrjanina upp á kappróðrarsummarið, men úrslitið kom ikki óvart á.

 - Ja, vit høvdu væntað at vunnið, staðfesti Kristian Linklett Mortansson, bátsformaður.

 - Hetta er tað, sum vit hava vant fram ímóti, men vit væntaðu sjálvandi harða kapping frá Norðingi og Havnarbátinum. Vit eru væl nøgdir við úrslitið í dag.

Sí innslag um 10-mannafarsróðurin omanfyri. (Mynd: Jan Herman Hansen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302