Unga Tjóðveldið valt nýggja nevnd

Unga Tjóðveldið valt nýggja nevnd
Unga Tjóðveldið hevði landsfund í gjár, har nevdnin eisini varð vald. Hervør Pálsdóttir er nýggja forkvinna í Unga Tjóðveldinum
Sára Sondum og Óli Køtlum vanta á myndini.
Mynd: Unga Tjóðveldið  
 
11.03.2018 - 11:06

Unga Tjóðveldið hevði landsfund í gjár 10. Mars í hølunum hjá Starvsmannafelagnum. Skráin bjóðaði til dømis upp á framløgu frá stjóranum í Arbeiðseftirlitinum, Leivi Persson, ið greiddi frá um ung og arbeiðsrættindi.

Elsa Berg, ið hevur verið forkvinna í felagnum seinastu 2 árini, legði frá sær, og var Hervør Pálsdóttir vald, sum nýggj forkvinna.

Í nýggju nevndini eru vald: Tráin Petursson Nónklett, Brandar Heðinsson, Petur Pauli á Høvdanum, Magnus Heinason Eysturoy, Sára Sondum og Óli Køtlum.

Nýggja nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542