- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja samráðast við Boko Haram
Muhammadu Buharis, forseti, sigur, at til tess at sleppa undan, at nakar letur lív, er ikki ætlanin at leggja uppí við hermegi.
- Nigeria vil hava rændu genturnar aftur á lívi, og tí vilja vit heldur samráðast enn brúka vald, verður sagt í eini kunngerð frá skrivstovuni hjá forsetanum.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Rex Tillerson, hevur havt fund við nigerianska forsetan um málið, og hann hevur mælt til at samráðast við Boko Haram um tær 110 skúlagenturnar.
Tær vórðu rændar 19. februar á einum skúla í býnum Dapchi har norðuri í Nigeria.
Buharis, forseti, sigur, at Nigeria samstarvar við altjóða felagsskapir og samráðingarfólk til tess at tryggja, at genturnar verða latnar leysar uttan at tær fáa mein.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Boko Haram rænir skúlagentur.
Í 2014 rændi felagsskapurin meira enn 270 skúlagentur í býnum Chibok í landnyrðingspartinum av Nigeria. Boko Haram hevur framvegis 100 skúlagentur fanga.
Boko Haram hevur dripið í minsta lagi 20.000 fólk síðani 2009.