Nato lovar Ukraina meiri loftverju

Nato lovar Ukraina meiri loftverju
Jens Stoltenberg vil ikki fara í smálutir um loftverjuna - tað er innanhýsis vitan
 
20.04.2024 - 10:57

Kreppufundur var í Nato Ukraina-ráðnum í gjár.

NATO lovar Ukraina meiri loftverju. Jens Stoltenberg vil tó ikki fara í smálutir um loftverjuna, sum er lovað Ukraina, tí tað er innanhýsis vitan.

- Ukraina hevur rætt til at skjóta niður russisk flogfør, segði Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, á tíðindafundi í gjár, skrivar AP-tíðindastovan.

Stoltenberg væntar, at londini hvør sær kunngerða næstu dagarnar, hvat tey fara at lata Ukraina, og at meira loftverja verður send Ukraina í nærmastu framtíð.

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelensky bað fyri fáum døgum síðani um eykafund í Nato Ukraina-ráðnum.

Ukraina hevur tørv á loftverju og lóðri fyri at kunna svara russisku álopunum.

Zelenskyj hevur biðið um 25 Patriot-battarí og rakettir alt fyri eitt. 

Fyribils hevur bara Týskland svarað umbønini og sendir eina av sínum Patriot-loftverjuskipanum.

Í talu á ES-toppfundinum fyrr í vikuni bað Zelensky eisini um norsku NASAMS-skipanina. 

Stoltenberg bað mikudagin NATO-londini um heldur at velja Ukraina, enn at halda áløgdu skyldurnar í Nato, tá ið tað snýr seg um loftverju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285