- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talv: Spenningur um FM

Annan dagin á rað mátti stórfavoritturin sættast við remis.
Fyrradagin fekk Sjúrður Thorsteinsson remis móti Helga Dam Ziska, og í gjár eydnaðist Hans Kristiani Simonsen – sum hevur 400 ratingstig færri enn Helgi – eisini at fáa javnt.
Undirhaldandi og øðrvísi
Talan var um eitt sjáldsamt og sera undirhaldandi talv. Hans Kristian fór púra óimponeraður til verka móti stórmeistaranum.
Faroechess.com skrivar, at Hans Kristian vísti stórt hugflog og dirvi og beyð stórmeistaranum veruliga upp til dans.
Helgi var kanska eitt sindur groggy av kamikazetelvingini hjá kollfirðinginum, og fann ikki bestu loysnina.
Kanska var ikki rætt at læsa miðjuna við d4. Tá ið Hans Kristian so fekk íbirt opið kríggj á talvborðinum, fekk hann talvið at fara fram eftir sínum treytum.
Tá ið roykurin hevði lagt seg, var støðan jøvn. Talvið kann síggjast her
Rógvi vann, og nú er púra javnt í oddanum
Rógvi Egilstoft Nielsen vann á Carl Eli Samuelsen, og hevur tí fingið Helga aftur.
Nú kendu vit Rógva aftur. Ágangandi og kreativur. Eftir harðan dyst endaðu teir í sjáldsomum endatalvi; Rógvi við róki og bispi móti róki.
Ongar finnur á borðinum. Vanliga er hetta remis, men í praktiskum talvi er tað ikki so einfalt, tí hjá tí kroysta partinum ræður um støðugt at finna bestu leikirnar at halda tørn við.
Við sera góðum teknikki førdi Rógvi torføra endatalvið til sigurs.
Fyrsti sigurin hjá Ólavi Simonsen
Hjá Ólavi Simonsen bragdaði umsíðir. Hann og Rani Nolsøe høvdu eitt rokaligt talv sínamillum.
Eftir lítlan umveg endaðu teir í norðurlendsku byrjanini. Ólavur telvaði ágangandi við svarta fólkinum, men Rani ræðist heldur ikki nevaleik.
So líðandi fekk Ólavur høvdið fyri seg og telvaði seg til fyrsta sigurin í kappingini.
Remis millum Sjúrð og Rógva
Teir friðarligastu vóru Sjúrður Thorsteinsson og Rógvi Mortensen. Rógvi telvaði aftur Samisch-frábrigdið í kongaindiskum við hvítum eins og hann gjørdi móti Helga í øðrum umfari.
Remis eftir 24 leikir.
4. umfar, Landsliðsbólkurin, 27. mars
| Rógvi Mortensen-Sjúrður Thorsteinsson | 1/2-1/2 |
| Hans Kristian Simonsen-Helgi Dam Ziska | 1/2-1/2 |
| Rani Nolsøe-Ólavur Simonsen | 0-1 |
| Rógvi Egilstoft Nielsen-Carl Eli Samuelsen | 1-0 |
Støðan eftir fýra umfør í Landsliðsbólkinum:
| 1.Rógvi Egilstoft Nielsen | ST | 3 stig |
| 2.Helgi Dam Ziska | HT | 3 stig |
| 3.Sjúrður Thorsteinsson | HT | 2 stig |
| 4.Carl Eli Samuelsen | HT | 2 stig |
| 5-8.Rani Nolsøe | KTF | 1 1/2 stig |
| 5-8.Rógvi Mortensen | HT | 1 1/2 stig |
| 5-8.Hans Kristian Simonsen | KTF | 1 1/2 stig |
| 5-8 | KTF | 1 1/2 stig |
Í dag klokkan 16.00 er fimta umfar á skránni
| Carl Eli Samuelsen-Rógvi Mortensen |
| Ólavur Simonsen-Rógvi Egilstoft Nielsen |
| Helgi Dam Ziska-Rani Nolsøe |
| Sjúrður Thorsteinsson-Hans Kristian Simonsen |




























