- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aleqa Hammond stillar upp aftur

Á tíðindafundi í gjár boðaði Aleqa Hammond frá, at hon stillar upp fyri nýggja flokkin hjá Vittus Qujau-kit-soq, sum eitur Nunatta Qutornai.
Flokkurin hevur í stevnuskránni at loysa Grønland frá Danmark og hevur lagt ein harðari og meira kritiskan tóna mótvegis danska yvirvaldinum, sammett við aðrar flokkar í grønlendskum politikki.
Aleqa Hammond hevur eina drúgva fortíð í grønlendskum politikki, bæði sum forkvinna í flokkinum Siumut og forkvinna fyri grønlendska landsstýrið.
Í 2014 mátti hon fara úr grønlendska landsstýrinum, tá tað kom fram, at hon hevði brúkt meira enn 100.000 krónur úr grønlendska landskassanum til privat endamál.
Hon varð kortini vald á fólkating fyri Siumut á valinum í 2015, men longu árið eftir varð hon koyrd úr Siumut eftir at tað kom fram, at hon hevði misbrúkt kreditt-kort frá danska fólkatinginum til egna, privata nýtslu.
Síðani hevur hon verið uttanflokka-tingkvinna á fólkatingi.
- Øll hava sama rætt at stilla upp, sigur Aleqa Hammond, sum nú bjóðar seg fram á landstingsvalinum 24. apríl.



























