Kinversk rúmdarstøð dettur helst niður í dag

Kinversk rúmdarstøð dettur helst niður í dag
Hálvtannað ár er liðið, síðani Kina misti tamarhaldið á Tiangong-1.
 
01.04.2018 - 11:20

Tað var í september í 2011, at Kina sendi sína fyrstu rúmdarstøð í umferð kring jørðina. 

Ætlanin var, at støðin, sum vigar 8,5 tons, skuldi brenna í lofthavinum, tá hon var liðug at virka, og detta niður á opnum havi.

Men eftir at Kina misti tamarhaldið á støðini í 2016, er hon støðugt komin nærri jørðini.

Nú siga eygleiðarar, at hon helst dettur niður í dag. Tað skrivar BBC á heimasíðu síni. 

Umboðsmaður hjá evropeiska rúmdarstovninum, ESA, vísur á, at eingin orsøk er at stúra. 

Tað mesta av Tiangong-1 er brent burtur í einki, áðrenn tað rakar jørðina. 

Størstu lutirnir, eitt nú orkutangar og rakettmotorar, kunnu møguliga raka jarðarskorpuna, men sannlíkindini fyri, at teir detta á fólk, eru ómetaliga lítil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928