Burkabann meiriluta í Fólkatinginum

Burkabann meiriluta í Fólkatinginum
Berlingske skrivar, at danska samgongan og sosialdemokratiski flokkurin nú eru samd um treytirnar fyri sokallaða burkabanninum.
Skjótt verður tað ólógligt at verða íklædd niqab, eins og konan á myndini er, í Danmark
 
06.04.2018 - 09:23

Nú er meiriluti í Fólkatinginum fyri burkabanninum, og lógaruppskotið verður væntandi lagt fram í næstu viku, tað skrivar TV 2.

Burkabannið var ikki eitt floksmál í liberala samgonguflokkinum, Liberal Alliance, og kundu tinglimir atkvøða, sum teimum lysti. Einans fimm av teimum 13 fólkatingslimunum í Liberal Alliance vóru fyri uppskotinum, og tí var meirilutin fyri uppskotinum ikki tryggjaður. 

Men nú skrivar Berlingske, at samgongan og sosialdemokratiski flokkurin eru samd um treytirnar fyri burkabanninum, og sostatt er meiriluti fyri uppskotinum. Millum annað skal løgreglan reagera, um varhugi er fyri, at ein kvinna í burka eitt nú er tvungin ella pressað til at vera ílatin plaggið. 

Tað var í 2009, at danski fólkaflokkurin av fyrstan tíð legði uppskot fyri tingið um at forbjóða pløggum, ið fjala andlitið. 

Í Belgia er hetta bannið sett í verk, og Evropiski mannarættindadómstólurin hevur staðfest, at tað er lógligt at seta bann móti at vera í niqap og burka á alennum støðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040