OPCW sloppið inn í Douma

OPCW sloppið inn í Douma
OPCW, sum er altjóða felagsskapurin móti kemiskum vápnum, er nú sloppið inn í Douma í Sýria, har illgruni er um, at eitt kemiskt álop fór fram
 
18.04.2018 - 09:40

Kanningarliðið hjá OPCW, sum er altjóða felagsskapurin móti kemiskum vápnum, er nú sloppið inn í Douma í Sýria, har illgruni er um, at eitt kemiskt álop fór fram næstseinasta vikuskifti.

Tað skrivar BBC, sum endurgevur russiskar keldur. 

Serfrøðingar frá OPCW hava annars bíðað í Damascus síðani leygardagin, tí trygdin sambært Russlandi ikki var í lagi í Douma.

Amerikansk embætsifólk hava sagt seg óttast fyri, at Russland, sum er sameint við Sýria, skal hava pilkað við prógvini á álopsstaðnum. Men bæði sýriska stjórnin og Russland tvíhalda um, at tað, sum fór fram í Douma, er pallsett av fíggindum.

Aktivistar frá sýrisku andstøðuni, fólk frá heilsufelagsskapum og bjargingarfólk siga, at meira enn 40 fólk lótu lív, tá tunnubumbur við eiturevnum vórðu sleptar í einum luftálopi. Hetta var meåðan uppreistrardeildir enn høvdu ræði á Douma. Nú eru tað sýriskar og russiskar herdeildir, sum hava um teymarnar har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400