Skotið eftir OPCW

Skotið eftir OPCW
Tað er framvegis ógreitt, nær altjóða kanningarfólkini, sum skulu kanna eiturgassið í sýriska býnum, Douma, sleppa inn í býin
 
19.04.2018 - 14:41

Tað er framvegis ógreitt, nær altjóða kanningarfólkini, sum skulu kanna eiturgassið í sýriska býnum, Douma, sleppa inn í býin. Tað er ikki eydnast teimum enn.

Týsdagin frættist frá BBC, at fólkini frá OPCW vórðu sloppin inn í býin, men nú skriva fleiri tíðindastovur, at skotið varð eftir fólkunum, tá tey týsdagin royndu at sleppa inn í býin.

Nú eru 11 dagar farnir, síðani minst 40 fólk doyðu í Douma av eiturgassi, og fleiri hundrað fingu mein, sambært ST.

Kanningarliðið kom til Damaskus leygardagin, og hóast tey fleiri ferðir hava roynt at sleppa til Douma, sum liggur tætt við høvuðstaðin, so er tað ikki eydnast.

Russiskar og sýriskar keldur hava upplýst, at fólkini ikki hava neyðugu loyvini frá ST at fara til Douma. Sjálvi siga tey seg ikki vera part av ST, og at øll loyvi eru í lagi.

Felagskapurin, OPCW, sum arbeiðir fyri ST, upplýsir nú, at tað er ógreitt, nær kanningarliðið sleppur til Douma.

- Tey fara ikki til býin, fyrr enn trygdin er í lagi, sigur leiðarin fyri stovnin, Ahmet Uzumcu, sum leggur afutrat, at í løtuni er alt óvist.

Myndugleikarnir í Sýria hava upplýst, at ferðin til Douma hjá kanningarliðnum er seinkað eftir álopið leygarmorgunin.

Russland sigur seg hava havt eitt kanningarlið í Douma, og at eingi tekin eru um, at eiturgass varð brúkt í býnum. Russland sigur seg kortini stuðla einari óheftari kanning í býnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979