Grønland: Fjórði hvør hevur ikki tikið støðu

Grønland: Fjórði hvør hevur ikki tikið støðu
Grønlendingar skulu á landstingsval týsdagin, men sambært veljarakanning, eru tey nógv, sum ikki hava avgjørt, hvønn tey velja
 
22.04.2018 - 14:23

Veljarakanning, sum Sermitsiaq og grønlendska kringvarpið, KNR, hava gjørt, vísur, at fjóðri hvør veljari hevur ikki ikki tikið støðu til, hvønn tey fara at velja, og tí kann valúrslitið broytast munandi á valinum týsdagin, 24. apríl. 

Kanningin  vísur eisini, at Demokratarnir fáa tveir sessir aftrat samanborið við valið í november 2014, - teir fáa tilsamans 6 sessir.

Sambært nýggju kanningini missir Siumut tveir, Inuit Ataqatigiit og Atassut missa ein sess, meðan Partii Nunnatta Qitornai og Samstarvsflokkurin fáa umboðan við hvør sínum landstinglimi. Parti Naleraq varðveitir sínar 3 sessir.

Atkvøðubýtið

HS Analyse, sum hevur gjørt kanningina, sigur í viðmerkingum til hana, at: 

Atassut hevur størstu undirtøku uttanfyri Nuuk, og hevur eisini fleiri ungar veljarar.

Demokratarnir taka atkvøður frá Siumut og Inuit Ataqatigiit, men serliga nógvar atkvøður koma frá teimum, sum fyrstu ferð fara á val, tilflytarum og sofaveljarum.

Inuti Ataqatigiit missir serliga atkvøður í Nuuk. Men at flokkurin ikki hevur afturgongd er, tí veljarar leggjast til aðrastaðni í landinum, - veljarar, sum fyrr atkvøddu fyri Siumut.

Partii Naleraq fær undirtøku frá fiskimonnum og veiðifólki.

Siumut hevur nógvar trúfastar veljarar, men flokkurin hevur havt afturgongd undir valstríðnum, vísa kanningar.

Partii Nunatta Qitornai hevur typist mannligar veljarar og serliga úti á bygd.

Samstarvsflokkurin fær flestu atkvøður frá veljarum í Nuuk, sum annaðhvørt atkvøddu fyri Demokrtatunum í 2014 ella sum eru flutt til Grønlands síðani 2014. Veljararnir hjá Samstarvsflokkinum hava næstan allir eina miðal ella longri bókliga útbúgving, skrivar Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852