Alt gekk væl á royndartúrinum hjá Dunga Jákupi

Alt gekk væl á royndartúrinum hjá Dunga Jákupi
Enn er ógreitt, nær frystitrolarin verður latin partafelagnum Varðanum
Dunga Jákup var royndartúr í gjár.
Mynd: Oddur Joensen, Skip og bátar í Føroyum  
 
02.09.2026 - 18:00

Dunga Jákup, nýggi frystitrolarin hjá P/F Varðanum, var royndartúr í gjár, og tað gekk væl.

Enn er ógreitt, nær trolarin verður latin reiðarínum.

Enn er ymiskt, sum skal roynast og kannast, m.a. verksmiðjan. 

Dunga Jákup er góðar 49 metrar langur og slakar 12 metrar breiður. Skrokkurin er smíðaður í Póllandi, og hann kom til landið í desember í fjør.

MEST á Skála hevur gjørt skipið liðugt, og bíðað verður nú eftir, at MEST letur Varðanum trolaran. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Dávid Jacobsen, verkætlanarleiðara:

 

02092026_Dunga_Jakup

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334