Eingin ætlan um at leggja skúlar saman

Eingin ætlan um at leggja skúlar saman
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, heldur, at ein møguleiki er at endurskoða fólkaskúlalógina um skúlasamanlegging, tá næmingatalið er minni enn eitt vist
Bárður á Lakjuni er landsstýrismaður í mentamálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.09.2026 - 13:32

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur ongar ætlanir um at áleggja teimum smærru skúlunum skyldu at leggja saman.

Hesum vísir hann aftur, eftir at Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, í tíðindagrein hevur mælt til at gera tað. 

Skúlastjórar í smærri skúlum hava eisini mælt frá at leggja skúlar saman. 

Bárður á Lakjuni sigur, at ein møguleiki er at endurskoða fólkaskúlalógina, viðvíkjandi samanlegging av skúlum, tá tað eru færri næmingar enn eitt vist.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02092026_Bardur_um_skulasamanlegging

 

Sí eisini: Skúlastjórar mæla frá at leggja skúlar saman

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286