Eitt uppskot um at broyta fosturtøkulógina tekur skap

Eitt uppskot um at broyta fosturtøkulógina tekur skap
Krav um ráðgeving og umhugsunartíð at angra áðrenn fosturtøku eru tvær broytingar, sum ætlandi vera í uppskotinum, sum Miðflokkurin leggur seinastu hond á.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.09.2026 - 16:41

Líkt er til, at stríðið um fosturtøku kyknar aftur.

Miðflokkurin leggur í løtuni seinastu hond á eitt uppskot um broytingar til fosturtøkulógina, sum bleiv samtykt í desember í fjør.

Sum Kringvarpið skilir, so er talan um at herða fleiri ásetingar í lógini.

Eitt nú skal núverandi áseting um, at ein treyt fyri at fáa fosturtøku er, at kvinnan hevur fingið í boðið at fáa ráðgeving - broytast til eitt krav um, at kvinnan skal hava fingið ráðgeving.

Ætlanin er eisini áseta ein ávísa umhugsunartíð, sum skal gera tað møguligt at angra avgerðina at fáa fosturtøku.

Í verandi fosturtøkulóg kann kvinnan fáa fosturtøku framda eftir 12. viku uttan loyvi í serligum førum. Hesi undantøk ætlar Miðflokkurin partvíst at strika ella herða.

Sum Kringvarpið skilir, arbeiðir Miðflokkurin eisini við fáa til vega hagtøl - eitt nú við anonymiseraðum spurnarskema - fyri at fáa yvirlit yvir, hví kvinnur í Føroyum velja at fáa fosturtøku.

Meira verður um málið í tíðindunum klokkan seks, tá Steffan Klein Poulsen, formaður í Miðflokkinum, kemur á gátt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576