Frágreiðing um faðirleysar grønlendingar einki verd

Frágreiðing um faðirleysar grønlendingar einki verd
Tida Sigurdsdatter Ravn hevur saman við 25 øðrum faðirleysum grønlendingum stevnt donskum myndugleikum við kravi um endurgjald
Tida Sigurdsdatter Ravn hevur saman við øðrum faðirleysum grønlendingum stevnt donskum myndugleikum eftir endurgjaldi.
Mynd: Sigrún H. Brend  
 
02.09.2026 - 14:40

Frágreiðingin, sum danska stjórnin hevur bílagt um teir sonevndu "løgfrøðiliga faðirleysu" grønlendingarnar, er á gáttini.

Men spyrst tú Tidu Sigurdsdatter Ravn, sum er millum teir 8.000 løgfrøðiligu faðirleysu, er frágreiðingin lítið og einki verd.

66 ára gamla Tida Sigurdsdatter Ravn hevur saman við 25 øðrum faðirleysum grønlendingum stevnt danska Almannamálaráðnum við kravi um endurgjald. 

Rættarmálið byrjar í landsrættinum 31. oktober.

Málið snýr seg í stuttum um, at umleið 8.000 grønlendingar eru løgfrøðiliga faðirleysir, tí páparnir - ofta danir; men eisini føroyingar - fram til 1974 ikki høvdu skyldu at viðurkenna tey børn, sum teir fingu við grønlendskum kvinnum.

Í 2014 varð lógin broytt soleiðis, at tey løgfrøðiligu faðirleysu kunnu fáa møguleika at staðfesta, hvør pápin er. Hendan møguleika brúkti Tida Sigurdsdatter Ravn sjálv.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún H. Brend gjørdi við Tidu Sigurdsdatter Ravn í útvarpstíðindunum: 

 

02092026_Fadirleysir_gronlendingar

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306