Síðsti tingdagur

Síðsti tingdagur
13 mál skulu endaliga avgreiðast á tingfundinum í dag, sum skal vera tann seinasti, áðrenn løgtingið fer í summarfrí
 
24.04.2018 - 08:53

Tingfundurin byrjar kl.10.00.

Á dagsskránni eru 13 mál, sum skulu hava triðju viðgerð. Hetta eru mál, sum longu eru samtykt eftir aðru viðgerð.

Teirra millum er eykajáttanin til viðgerðarstovnarnar Blákrossheimið og Frælsi.

Tingfólkini Kristin Michelsen, Magnus Rasmussen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard og Sonja J. Jógvansdóttir skutu upp at lata Blákrossheiminum 900.000 kr. og Frælsi 1,2 milliónir. 

Av tí, at ein samgongutingmaður er millum teirra, sum skutu hetta upp, var uppskotið eitt ivamál, tí løgmaður setti markið fyri loyalIteti móti samgonguni við uppskot, sum kostaðu pengar.

Men Fíggjarnevndin bjargaði støðuni. Ein samd Fíggjarnevnd mælti til at skera 200.000 kr. av játtanunum, og tað samtykti løgtingið í gjár.

Bláskrossheimið fær tí 700.000 kr. afturat í ár, og Frælsi fær eina millión afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083