Gerðarrætturin á fund

Gerðarrætturin á fund
Fasti Gerðarrætturin skal í dag gera úrskurð, um lógin um semingsstovnin fevnir um kommunulæknarnar.
 
08.05.2018 - 09:28

Gerðarrættarfundur skuldi byrja kl 9 fyrrapartin, og tá skulu fyrst fólk á Lønardeildini og frá Kommunulæknafelagnum hoyrast. Felagið hevur nevniliga ført fram, at embætisverkið í Fíggjarmálaráðnum HEVUR havt ta áskoðan, at lógin um semingsstovnin ikki er galdandi á kommunulæknaøkinum. Tí undraðist Kommunulæknafelagið, at Fíggjarmálaráðið heitti á Semingsstovnin um at útseta fráboðaða verkfallið í síðstu viku.

Tá hesi fólkini eru hoyrd, skal Gerðarrætturin gera úrskurð í trætuni.

Fær bKommunulæknafelagið viðhald, kann felagið lýsa verkfall at koma í gildi innan 48 tímar. Fær Fíggjarmálaráðið hinvegin viðhald, so kann Semingsstovnurin útseta eitt møguligt verkfall og fara undir seming millum partarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751