Ísrael vann Eurovision

Ísrael vann Eurovision
Ísrael vann í gjár Eurovision Song Contest 2018 við sanginum Toy
Netta vann Eurovision við sangini Toy
 
13.05.2018 - 10:11

25 ára gamla Netta hevur verið favorittur at vinna, og í gjárkvøldið megnaði hon eisini at liva upp til tað, og vann kappingina. 

Sangurin Toy snýr seg um #Metoo rørsluna og um happing, og sangurin hevur verið væl umtóktur á sosialu miðlunum seinastu mánaðarnar. 

Tað var tó ein heldur hendingarík atkvøðugreiðsla, sum í ár var deild upp í tveir partar. Fyrst skuldu dómsnevndirnar úr hvørjum landi geva stig, og síðani skuldu hyggjaraatkvøðurnar latast. 

Eysturíki og Svøríki lóu á odda, eftir at atkvøðurnar hjá dómsnevndunum vóru givnar. Men hyggjarar høvdu tveir heilt aðrar favorittar - Ísrael og Kypern.

Tað var tó Ísrael, sum fekk flestu atkvøður frá hyggjarum og vann Eurovision 2018. Í takkatalu síni takkaði Netta hyggjararum fyri, at teir tordu at atkvøða fyri einum øðrvísi sangi.

Tað er fjórðu ferð Ísrael vinnur Eurovision, og tað merkir sostatt, at næstu ferð verður sangkappingini í Ísrael.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328