Kostar 23 milliónir at rudda føroyingahavnina

Kostar 23 milliónir at rudda føroyingahavnina
Umleið 23 milliónir er kostnaðurin av tilmælinum, sum ein arbeiðsbólkur hjá landsverkið og Tjóðsavninum hevur gjørt av uppruddingararbeiðinum
 
15.05.2018 - 12:42

Tað eru fyrst og fremst grønlendingar, sum skulu gera av, um tilmælið hjá arbeiðsbólkinum, sum hevur verið í Føroyingahavnini og gjørt kostnaðarmeting av uppruddingararbeiðinum, verður fylgt.

Umleið 23 milliónir er kostnaðurin av tilmælinum, sum ein arbeiðsbólkur hjá landsverkið og Tjóðsavninum hevur gjørt av uppruddingararbeiðinum í Føroyingahavnini. 

Grønlendingar krevja upprudding

Metingina hava millum onnur Helgi Johannesen, konstruktørur, Bárður Dam í Baianstovu arkitektur og Erland Viberg Joensen, museumsinsepktørur, gjørt við hjálp frá Max Cecil Weihe, sum er staðkendur eftir at hava verið stjóri á Nordafar frá 1979 til 1981. Arbeiðið er gjørt í tøttum samstarvi við Grønlendska tjóðsavnið.

Greiningararbeiðið kemur eftir, at grønlendingar í fleiri ár hava heitt á føroyingar um at rudda upp eftir virkseminum, sum hevur verið í Føroyingahavnini.

Brenna og tyrva

Tilmælið hjá arbeiðsbólkinum er, at allir bygningar skulu takast niður, síðani skal tilfarið skiljast. Tað, sum kann brennast, skal brennast á báli á staðnum, restin skal tyrvast. Eitt nú asbest jarn og glasull skal tyrvast.

Loysnin, sum nevndin mælir til, er tann bíligasta av fleiri møguleikum, sum verða nevndir og merkir, at nakrir motorar og betong-grundir verða standandi. Alternativt skal tilfarið burturbeinast og brennast aðrastaðni.

Kann kosta dupult so nógv

Skal alt tilfarið til Nuuk fer uppruddingin at kosta umleið 30 milliónir krónur. 

Kemur harafturat krav frá grønlendingum um, at grundir og motorar somuleiðis skulu burturbeinast, kann talan vera um upp í móti 60 milliónum krónum, sambært frágreiðingini.

Grønlendska landsstýrið skal nú taka støðu til tilmælið, og verður loysnin góðkend, viðgerð løgtingið uppskotið. 

Grønlendingar vilja beina alt burtur

Føroyingar eru ikki tey einastu, sum hava havt støðir í Grønlandi. Amerikanarar hava havt nógv virksemi í Grønlandi, og í tí sambandi hevur einki annað verið góðtikið, enn at alt tilfar varð burturbeint frá staðnum og at lendið, sum varð dálkað av olju, varð tikið upp.

Í Føroyingahavnini eru slóðir av oljudálking, men tað er ikki umfatandi og tí ikki við í metingini hjá arbeiðabólkinum.

Størstu postarnir á fíggjarætlanini hava yvirskipaðu heitini "upprudding", "at gera umráðið í stand" og "burturbeining av tilfarið", sum allir eru uppá 4 milliónir hvør.

Sí upptøkur: Føroyingahavnin takast niður og brennast

Aðrir postar eru burturbeining av jarni, sum verður mett at kosta 2,4 milliónir krónur, burturbeining av av leidningum til 1,2 milliónir og burturbeining av asbest, sum væntandi kostar 80.000 krónur.

Aðrar útreiðslur eru til leigu av maskinum og skúrum og av taka niður septiktangar og oljutangar.

Uppgávan at rudda Føroyingahavnina verður bjóðað út, so endaligi kostnaðurin er ikki endaliga greiður enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190