Rættarmálið heldur fram í dag

Rættarmálið heldur fram í dag
Málið móti einum 42 ára gomlum føroyingi er tikið uppaftur í rættinum í Lyngby í Danmark í dag.
 
24.05.2018 - 10:07

Hann er ákærdur fyri at hava eggjað einari javnaldrandi kvinnu til at fremja kynslig brotsverk móti sínum egna soni.

Kvinnan, sum er ættað úr Charlottenlund, varð dømd fyrst í mars mánaða. Hon játtaði seg seka í millum annað at hava roynt at neyðtikið, fyri at hava neyðtikið á annan hátt enn samlegu, fyri blygdanarskemd og fyri at gera upptøkur, liggja inni við og senda víðari barnapornografiskt tilfar - sum alt hevur við eitt og sama barn, sum, tá tað hendi í fjør, var 4 ára gamalt. 

Føroyingur skuldsettur

42 ára gamli føroyingurin er eisini skuldsettur í málinum. Hann skal hava skundað undir kvinnuna at gera hesa upptøkur.

Ákærin heldur í dag fram við at ganga í gjøgnum ákærupunktini í rættarmálinum móti føroyinginum, sum er ákærdur fyri at hava eggjað einari kvinnu at hava framt kynslig brotsverk móti sínum egna soni.

Avhoyringin av ákærda manninum heldur fram í dag, sigur Kaj Joensen, sum fylgir rættarmálinum í Lyngby fyri Kringvarpið.

- Tað eru heili 41 ákærir móti føroyinginum, og so skal kvinnan, sum er dømd í málinum, eisini avhoyrast, sigur Kaj Joensen.

Einastu vitni í málinum eru kvinnan, sum longu er dømd, og føroyringurin. Kvinnan skal eftir ætlan avhoyrast í dag, og so verður føroyingurin væntandi avhoyrdur. Tað er tó møguligt, at hetta í fyrsta lagi verður mánadagin. 

Dómur fellur væntandi í næstu viku, sigur Kaj Joensen, sum tó undirstrikar, at tað møguliga verður seinni. 

- Vit vita ikki annað enn, at tað allarhelst fellur dómur mánadagin, tað vita tó ikki við vissu enn, sigur Kaj Joensen.

Vit frætta meira frá um málið í tíðindasendingunum seinni í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483