Føroyingur við í verkætlan fyri 103 milliónir

Føroyingur við í verkætlan fyri 103 milliónir
Ein røð av íleggjarum hava sett 103 milliónir krónur í fyritøkuna Pleo, sum føroyingurin Rene Bischoff var við til at seta á stovn í 2016.
 
02.06.2018 - 16:01

Rene Bischoff arbeiðir enn software arkitektur hjá Pleo, sum arbeiðir innan økið, sum kallast "fintech". Tað vil siga "tøkni", sum verður framleidd til fíggjarlig viðurskifti. 

Tað eru fýra ymiskir - danskir og svenskir - íleggjarar, sum samanlagt hava sett 103 milliónir krónur í Pleo. 

Tá fíggingargrunnar seta pening í verkætlanir, vænta teir, at fáa íløguna antin 100 ella 1000 ferðir aftur. 

Tað sigur Rúnar Reistrup, stjóri í Hey, sum sjálvur hevur drúgvar royndir við at fáa til vega altjóða fígging til start up fyritøkur. 

- Tá ein fíggingargrunnur ger eina íløgu á 100 milliónir krónur, vil hann hava eina milliard krónur, minimum", sigur Rúnar Reistrup.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107