Øksamálið í rættinum í dag

Øksamálið í rættinum í dag
Nevningating er í Føroya rætti í dag, har tveir menn eru ákærdir fyri drápsroynd.
 
06.06.2018 - 07:43


Í dag klokkan 10 byrjar nevningatingið í Føroya rætti, har tveir menn eru ákærdir fyri drápsroynd.

Nevningatingið er í sambandi hendingina 6.mai í fjør, tá ein ungur maður varð álopin við millum annað øks, á vegamótinum Íslandsvegur/Landavegur í Havn.

Ákæruvaldið bað fyrr í ár um nýggja mentalkanning av báðum monnunum.

Málið varð seinkað av hesum.

Linda Hesselberg, ákæri, segði tá, at ymsar orsøkir vóru til tað, men hon vildi ikki hvørjar.

Mentalkanningin hevur stóran týdning, tí m.a. skulu nevningarnir svara, um menninir eru fevndir av grein 16 í revsilógini, sum snýr seg um, um persónur er sálarliga sjúkur nú ella tá hann framdi gerðina. 

Sambært grein 16 kunnu slíkir persónar, sum meginregla, ikki verða dømdir í fongsul, men verða dømdir í sálarliga viðgerð. 

Fyrsti fundur í nevningatinginum er fyrrapartin. Tilsamans seks dagar eru settir av í rættinum til nevningatingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037