Ongin eykajáttan til LS enn

Ongin eykajáttan til LS enn
Fíggjarnevndin tók ikki støðu til eykajáttanina til Landssjúkrahúsið í dag.
 
15.06.2018 - 14:45

Enn er ógreitt, um Landssjúkrahúsið fer at fáa 10 milliónir krónir í eykajáttan.

Fíggjarnevndin tók onga støðu á fundinum í dag um málið. Fundurin varð tí niðurlagdur, og verður tikin uppaftur mánadagin.

Biðið er um eina eykajáttan á 10 milliónir krónur. Landsjúkrahúsið hevur tørv á 21 milliónum krónum, fyri at fáa játtanina í ár at hanga saman. Men nakað av peninginum er funnið við sparingum.

Málið hevur skund, tí Landssjúkrahúsið fyri at halda játtan, má seta fleiri tiltøk í verk, enn ráðiligt er, stendur í fíggjarnevndarskjalinum.

Men ongin avgerð varð tikin í dag, tí onkrir nevndarlimir vildu tosa við baklandi, áðrenn teir tóku støðu.

Meira er at frætta í tíðindum klokkan 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098