Verjumálaráðharrar hittast í Havn

Verjumálaráðharrar hittast í Havn
Fyrst í næstu viku koma verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum til Føroya at umrøða trygdarstøðuna í Arktis og Norðuratlantshavi
Fyrst í næstu viku vera Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vertir fyri verjupolitiskum fundi í Havn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.04.2024 - 17:33

Týsdagin verður ein nýggj visjón fyri felags, norðurlendska verjusamstarvið undirskrivað í Havn.

Danmark hevur í ár formansskapin í verjusamstarvinum, sum nevnist NORDEFCO - ein stytting fyri Nordic Defence Cooperation - og sum fevnir um Danmark, Svøríki, Finland, Norra og Ísland.

NORDEFCO varð sett á stovn í 2009, men sambært danska verjumálaráðnum er verjusamstarvið millum norðurlondini økt markant síðani russisku innrásina í Ukraina. 

Endamálið við styrkta samstarvinum er at gera londini betri før fyri at verja seg, og at stuðla undir trygd og støðufesti í Norðurlondum. 

Eisini hava norðurlond sett sær sum mál, at operativa samstarvið skal leggjast til rættis og samskipast betri enn ídag. Norðurlond skulu í størri mun hava felags venjingar og onnur átøk, sum styrkja støðuna hjá NATO.

Nú Danmark hevur formansskapin í NORDEFCO, hevur danski verjumálaráðarrin, Troels Lund Poulsen, bjóða norðurlendsku verjumálaráðharrunum á fund í Føroyum. Harvið eru Danmark og Føroyar vertir í felag, og við á fundinum í Havn verða eisini Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og eitt umboð fyri grønlendska landsstýrið.

Til umrøðu á fundinum er trygdarstøðan í Arktis og Norðuratlantshavi, upplýsir danska verjumálaráðið.

Nú Finland og Svøríki bæði eru blivin limir í NATO, skal tað markerast við at orða eina nýggja visjón fyri samstarvið í NORDEFCO, sigur danska verjumálaráðið.

Troels Lund Poulsen hevur bjóðað til tíðindafund á Hotel Hafnia í Havn, fyrrapartin týsdagin. Har skal nýggja visjónin fyri NORDEFCO undirskrivast.

Danski formansskapurin í verjusamstarvinum hevur sett fokus á fýra, verjupolitisk átøk. Tey eru framhaldandi stuðul til Ukraina, menningin av trygdarstøðuni í Arktis, Norðurlantshavi og Norðurlondum, at fáa nýggju visjónina fyri NORDEFCO at virka, og so skulu innanhýsis mannagongdirnar í felagsskapinum endurskoðast.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155