Uppskot um ferðing í náttúruni

Uppskot um ferðing í náttúruni
Í heyst fer landsstýrið at leggja uppskot fyri tingið um ferðing í haganum.
 
09.07.2018 - 07:15

Landsstýrið ætlar at gera eina greiða ætlan og nýtt lógargrundarlag fyri at skipa ferðing í haganum. Uppskot um hetta verður lagt fyri tingið í heyst. Tað sæst í svari frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, til Kristionnu Winther Poulsen, tingkvinnu, sum setti landsstýrismanninum fyrispurning um málið.

Landsstýrið hevur tikið stig til at fremja eina greiða ætlan og at gera nýtt lógargrundarlag og reglur til tess at skipa ferðing í haga og fjøllum (og í fjøru) - harundir um heimildir at taka gjøld, kemur fram í svarinum frá Høgna Hoydal.

Fiskimálaráðið, Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Heilsu- og innlendismáláráðið og avvarðandi landsstýrisfólkini hava í longri tíð samstarvað um at fáa skipað og samskipað økið við atliti til náttúruvernd og umhvørvi, landbúnað og møguleikarnar hjá bóndum at útinna síni rættindi og reka sítt virksemi,- rættin hjá borgarum at ferðast í egnum landi og til ferðavinnuna og útlendsk ferðafólk, sæst í svarinum.

Eittt uppskot, um at útvega landsstýrinum greiðari heimildir at gera reglur og skipa økið, verður lagt fyri tingið í heyst. 

Landið eigur at hava greiða heimild at seta reglur fyri, um og hvørji gjøld kunnu takast fyri at ferðast í føroysku náttúruni - og tað er hesa heimild, sum landsstýrið vil leggja fyri Løgtingið um at útvega sær sum skjótast, sigur Høgni Hoydal í svarinum.

Landsstýrið fer at samskifta við kommunurnar í Føroyum um spurningar hesum viðvíkjandi.

Landsstýrismaðurin metir, at inntøkur frá møguligum gjaldi fyri at ferðast í føroysku náttúruni í sambandi við økta ferðavinnu, í fyrsta lagi eiga at brúkast til at rinda útreiðslur til vernd og trygd hjá náttúru, fólki, djórum og plantum og skipað viðurskifti á ymsu plássunum, sigur landsstýrismaðurin í svarinum til Kristionnu Winther Poulsen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514