- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fridømdir fyri ákæru um harðskap móti vertinum
Tveir menn, annar 45 ár og hin 36 ár, eru frídømdir fyri harðskap.
Teir vórðu ákærdir fyri harðskap móti manninum, sum búði í Brøttubrekku 19, har sum grovi harðskapurin varð framdur fríggjanáttina 29.desember í fjør.
Tann harðskapin vórðu báðir dømdir fyri í gjár.
Menninir báðir vórðu eisini ákærdir fyri harðskap móti manninum, sum teir vóru í balli hjá.
Maðurin greiddi Føroya rætti frá í gjár, at hann varð sligin eina ferð og sparkaður eina ferð, tá hann royndi at steðga hinum harðskapinum.
Hvør sló og hvør sparkaði visti hann ikki, segði hann í rættinum.
Brotin nøs
Eftir hendingina staðfesti lækni, at nøs mansins var brotin.
Men maðurin greiddi rættinum frá, at tað brotið var gamalt og kom ikki 29.desember í fjør.
Maðurin hevði einki endurgjaldskrav.
Rætturin segði, at tað er ikki prógvað, at ákærdu menninir eru sekir í harðskapinum. Teir blivu tí frídømdir í hesum málinum.
Tí skal tað almenna eisini rinda ein triðing av sakarkostaðinum, segði rætturin.
Endurgjald
Kravið um endurgjald í málinum um grovan harðskap var 48.400 kr.
Men Føroya rættur gav 14.400 kr. í endurgjaldi.
Endurgjaldið í harðskapsmálinum, sum varð viðgjørt í Føroya rætti fríggjadagin og í gjár, varð roknað fram til fríggjadagin 6.juli, tá dómsviðgerðin byrjaði.
Og tað var eitt fyribils krav, tí upplýst varð í rættinum, at maðurin, sum varð sligin og sparkaður, er ikki komin fyri seg enn.
Enn ber ikki til at siga, hvør endaliga støða hansara er eftir harðskapin beint fyri ársskiftið, har hann breyt skallan, fekk heilabløðingar og skaða á bæði lungu.
Men rætturin gav endurgjald fyri sviða og pínu til 6.mars, tá maðurin fór úr sjúkrahúsi. Tað var eisini tað, sum verjarnir kundu góðtaka.
Kravt varð eisini endurgjald fyri tort, 10.000 kr., men tað vildi rætturin ikki lata.