Meningarkvoturnar á gáttini

Meningarkvoturnar á gáttini
Nevndin hevur latið Fiskimálaráðnum tilmælið um hvør skal hava menniningarkvotur.
 
19.07.2018 - 14:46

Nevndin, ið skuldi gera tilmælið um, hvør skuldu fáa menningarkvotur, hevur latið Fiskimálaráðnum tilmælið. 

Gestur Hovgaard, formaður í nevndini, sigur, at tey lótu Fiskimálaráðnum sítt tilmælið í gjár.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, vil ikki siga, nær tað verður almannakunngjørt, hvør fær menningarkvotur, men tað verður skjótt, sigur aðalstjórin.

38 umsóknir komu inn um at fáa menningarkvotur.

Í hesum fyrsta umfarinum verður bara uppsjóvarfiskur latin sum menningarkvota. Menningarkvoturnar í ár eru 41.912 tons av svartkjafti, 8749 tons av makreli og 7510 tons av norðhavssild.

Menningarkvota kann latast fyri 1 ár, 2 ár, 3 ár ella 4 ár. 

Hetta er fyrstu ferð, at menningarkvotur verða latnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161