Løkke stuðlar føroyskum limaskapi

Løkke stuðlar føroyskum limaskapi
Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, heldur tað vera nátúrligt at Føroyar fáa limaskap eins og onnur lond í somu støðu.
 
23.07.2018 - 07:41

Hóast Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, stuðlar føroyska ynskinum um viðurkenning frá altjóða olympisku nevndini, hevur nevndin higartil ikki viljað góðkent Føroyar, tí limalondini skulu vera sjálvstøðug lond og góðkend sum slík í ST.

Lars Løkke Rasmussen heldur tó, at tað er nátúrligt, at Føroyar fáa limaskap eins og onnur lond, sum eru í somu støðu sum Føroyar, skrivar Ritzau, sum hevur fingið tíðindabræv frá ÍSF.

Danmark hevur í nógv ár stuðlað føroyskum limaskapi, men uttan úrslit higartil.

Í 2006 royndi Brian Mikklelsen, sum tá var mentamálaráðharri, at fáa Føroyum og Grønlandi loyvi til at vera við í olympisku leikunum undir egnum flaggi.

Men forsetin i IOC, sum tá var Jacques Rogge, segði kortanei.  

Olympisku nevndirnar í Danmark, Noregi og Íslandi taka undur við føroyskum og grønlendskum limaskapi í IOC.

ÍSF hevur samráðingar við IOC um limaskap.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952