Finnast at ferðamannaskipi við tungolju

Finnast at ferðamannaskipi við tungolju
Ferðamannaskipið Rotterdam, sum eisini hevur verið í Føroyum, hevur fingið íslendsk náttúrufriðingarfólk at rópa varskó, tí skipið brúkar tungolju
Rotterdam lá í Runavík á sumri í 2015
 
25.07.2018 - 08:59

Hendan oljan eigur at verða bannað í Norðuratlantshavi, siga íslendsk náttúrufriðingarfólk.  

Íslendska náttúruverndarfelagið sigur á heimasíðuni Fiskifréttir.is, at skaðin hevði verið øgiligur, um Rotterdam, sum var í trimum havnum í Íslandi fyri stuttum, sigldi á land ella stoytti saman við annað skip, tí at kalla ógjørligt er at fáa tungolju úr sjónum.

Tungolja er eisini skaðilig fyri heilsuna hjá fólki, verður sagt. Men hon verður brúkt, tí hon er bílig.

Ísland hevur formansskapin í Arktiska ráðnum í 2019. Júst tað ráðið sigur, at eitt stórt dálkingaróhapp er størsta hóttanin móti øllum lívi á norðurpólsleiðini.

Altjóða siglingarstovnurin hjá ST, IMO, hevur longu sett forboð fyri at brúka tungolju sunnanfyri og við Svalbard.

Og sambært eini fyriskipan frá IMO verður tungolja við høgum svávulinnihaldi bannað at nýta á heimsins høvum í 2020. Føroyar eru limur í IMO, og tí mugu vit fyglja teirra ásetingum og fyriskipanum. 

Tungolja inniheldur munandi meiri svávul enn vanlig gassolja, og dálkar tí verri enn hon. 

Hon er tó bíligari enn vanlig gassolja, og stór skip brenna tí tungolju.

Rotterdam er á veg til Íslands aftur nú. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423