Veljarakanning: Fólkaflokkurin størstur

Veljarakanning: Fólkaflokkurin størstur
Fólkaflokkurin er nógv tann størsti flokkurin, sambært eini veljarakanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið.
 
27.07.2018 - 11:54

Ein nýggj veljarakanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið, vísir, at Fólkaflokkurin er nógv tann størsti flokkurin.

Javnaðarflokkurin fær hinvegin ein lúsing og fær einans 19,2 prosent av atkvøðunum móti 25,1 seinasta val. Flokkurin missir tveir tinglimir og fer úr 8 niður í 6 tinglimir.

Sambært kanningini, sum varð gjørd týsdagin, mikudagin og hósdagin í hesi vikuni, fær Fólkaflokkurin 25 % av atkvøðunum og 8 tinglimir. Tjóðveldi fær 22,6 % og 8 tinglimir. Sambandsflokkurin fær 21,7 %  og 7 tinglimir, og Javnaðarflokkurin fær 19,2 %  og seks tinglimir.

Javnaðarflokkurin er sostatt minstur av teimum fýra størstu flokkunum. 

Framsókn fær 4,5 % og tveir tinglimir, Miðflokkurin 3,9 % og ein tinglim, og Sjálvstýrisflokkurin fær 3,1 % og ein tinglim sambært kanningini. 

Samgongan missir sostatt meirlutan, og Javnaðarflokkurin er stóri taparin. 532 fólk eru spurd í kanningini.

 
           Prosent í kanning
           Løgtingssessir í                         kanning
                      Valið 2015
Fólkaflokkin
25,0%
8
                             18,9%
Sambandsflokkin
21,7%
7
                             18,7%
Javnaðarflokkin
19,2%
6
                             25,1%
Sjálvstýri
3,1%
1
                               4,0%
Tjóðveldi
22,6%
8
                             20,7%
Framsókn
4,5%
2
                               6,9%
Miðflokkin
3,9%
1
                               5,5%

Afturgongd síðani valið

Javnaðarflokkurin hevur havt afturgongd, síðani hann tók við sum løgmansflokkur í 2015 í øllum veljarakanningum, sum hava verið gjørdar. 

Í veljarakanning, sum varð gjørd september 2016, hevði Javnaðarflokkurin eina afturgongd upp á 0,9 % í mun til valið, og flokkurin var í tí kanningini tann flokkurin, sum hevði størst afturgongd.

Í december í 2016 vísti ein veljarakanning, sum Gallup gjørdi, at Javnaðarflokkurin hevði varvðeitt síni átta tingfólk, og at samgongan varð styrkt við einum umboði fyri Framsókn. Men í hesi kanningini hevði Javnaðarflokkurin eisini mist undirtøku.

Fólkaflokkurin størstur

Í juni í 2017 hevði samgongan mist meirilutan. Tá var Fólkaflokkurin størsti flokkur, og andstøðan hevði fingið 18 tinglimir. Nýggjasta veljarakanningin vísir, at Fólkaflokkurin aftur er størsti flokkurin við 25 % og átta tinglimum. 

Tá lá Javnaðarflokkurin á 20 %, í december sama ár lá hann á 20,9 %, og í dag fær hann altso 19,2 %.

Í kanning hjá Fynd í november 2017 fekk Javnaðarflokkurin einans 5 tinglimir. Flokkurin hevur liðið á 7 tinglimum síðani, men er so endaður á seks tinglimum í dag. 

Tjóðveldi stendir seg betri enn nakrantíð í veljarakanningini og fær 8 tinglimir. Tað er fyrstu ferð síðani valið, at Tjóðveldi fær 8 tinglimir í eini veljarakanning. 

Nógvir ivasamir veljarar

Tað er tó nógv, sum bendir á, at úrslitið kann broytast rættuliga nógv, tí óvanliga nógv - heili 20,7 % siga seg ikki vita, hvønn tey høvdu valt í dag.

Tey flestu av teimum ivasomu eru fólk, sum settu krossin við Javnaðarflokkin til seinasta val.

Gallup eisini gjørt veljarakanning

Fyri løtu síðani sendi Tjóðveldi á Fólkatingi eina kanning, sum Gallup hevði gjørt til miðlarnar. Hon vísir, at fýra teir størstu flokkarnir fáa 7 tinglimir hvør, og at Fólkaflokkurin er størst við 22,3 % av atkvøðunum. Sambandsflokkurin fær 21,1 % av atkvøðunum, Javnaðarflokkurin fær 21 % og Tjóðveldi 20,6 %

Munurin er sostatt minni millum flokkarnar, og afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum er ikki eins stór, sum í kanningini hjá Lóður. Hann hevur tó nógv størst afturgongd samanborið við hinar flokkarnar.

Samanborið við seinasta val gongur Fólkaflokkurin í kanningini fyri Tjóðveldi á Fólkatingið 3,4 % fram, og Sambandsflokkurin vinnur 2,4 %. Javnaðarflokkurin gongur 4,1 % aftur. Tjóðveldi stendur at kalla í stað og missir 0,1 %.

Sjálvstýri fær í kanningini 3,2 % og missir ein tinglim. Miðflokkurin fær 5 % og varðveitir sínar tveir tinglimir. Framsókn fær 6,9 % og varðveitir eisini sínar tveir tinglimir.

Veljarakanning portal.fo

Caption: 
Veljarakanningin sum Gallup hevur gjørt fyri Tjóðveldi á Fólkatingi hevði hesi úrslit.

Sambært kanningini hevði andstøðan fingið 17 tinglimir og samgongan 16, varð val nú. Tað er sama býtið sum tað í kanningini, sum Lóður gjørdi fyri Kringvarpið.

Kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Tjóðveldi á Fólkatingið, var í tíðarskeiðinum 27. juni til 16. juli. 538 fólk vóru spurd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Breddin: Fráflyting í søguligum høpi
184289
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Hondbóltur
Persónssøgur