Føroyar taptu fyri Noregi

Føroyar taptu fyri Noregi
Føroyska U17-landsliðið í fótbólti hjá monnum tapti í gjár 2-0 fyri Norra í NM-kapping, sum er í Føroyum í hesum døgum.
 
08.08.2018 - 10:02

Føroyska U17-landsliðið í fótbólti hjá monnum tapti í gjár 2-0 fyri Norra í NM-kapping, sum er í Føroyum í hesum døgum. Málini komu eitt korter inn í fyrra hálvleik og eitt korter inn í seinna hálvleik.

Undan dystinum í gjár hava Føroyar eisini spælt og tapt móti Íslandi, tann dysturin endaði 2-1 til Íslands.

Í morgin spæla Føroyar í móti Kina, tað verður klokkan 15 á Tórsvølli. Kina er við sum gestaland í NM, tað sama er Norðurírland. 

Átta lond eru við í NM-kappingini. Tey seks norðurlondini, umframt tvey gestalond, sum í ár eru Kina og Norðurírland.

Kappingin byrjaði sunnudagin, og finalurnar verða spældir komandi leygardag. Skráin er á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum og sæst her.

FSF-varpið hevur stroymað dystirnar í kappingini, og til ber at síggja dystin millum Føroya og Norra niðanfyri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375